Føroyskt samskifti. Greið ráðgeving.

Hvør gjaldsloysn hóskar best til tín tørv?

Lat okkum hjálpa tær og fáa teg skjótt í gongd.

Hví 1Pay?

1Pay er tín viðspælari - bæði á netinum og í handlinum.

Samskift á føroyskum

Samskiftið við okkum er á føroyskum, bæði í telefon og umvegis teldupost. Tú sleppur undan óneyðugum misskiljingum og fært svar, sum er lætt at skilja.

Vit fylgja tær

Tú sleppur undan at ringja runt og finna út av, hvør ger hvat. Vit taka samskiftið og fylgja tær allan vegin frá fyrstu samrøðu, til gjaldsloysnin er virkin. Tá alt er upp á pláss, kanst tú sjálvandi framvegis venda tær til okkara um spurningar eru.

Rætta gjaldsloysnin

Allar fyritøkur eru ymiskar. Vit hyggja at tørvinum hjá tær og hjálpa við at finna ta gjaldsloysnina, sum hóskar best til tín tørv - um tað er til netsølu, gjaldsterminal, gjaldsapp ella okkurt heilt fjóðra.

Hvat bjóða vit?

Tænastur

Innloysing

Vit hjálpa tær at fáa røttu og bestu innloysingaravtaluna, so tú kemur væl frá byrjan.

Prísir eftir avtalu

Útgjald eftir 2 bankadøgum

Útgjald í brutto

Nethandil

Vit hjálpa tær at fáa gjaldpartin til nethandil upp á pláss við Frisbii, so tú ert skjótt í gongd.

Riggar til Apple Pay og Google Pay

Møguleiki at senda gjaldsleinki

Skjótt og lætt at koma í gongd

Terminalar

Vit hjálpa tær at velja eina loysn við terminalum, sum hóskar best til tín tørv - og vit seta alt upp fyri teg.

Vanligir terminalar ella 1Pay gjaldsapp

Nándgjald, Apple Pay og Google Pay

Uppsett og klárt at nýta

10+

Meira enn 10 ára royndir

Fólkini aftanfyri 1Pay hava meira enn 10-ára royndir innan gjaldsloysnir og terminalar í Føroyum.

200+

Yvir 200 nøgdar kundar

Yvir 200 kundar hava valt 1Pay fyrsta árið fyritøkan hevur verið á føroyska marknaðinum.

All-in-one

Ein fullfíggjað loysn

1Pay hevur tætt samstarv við føroyskar og útlendskar veitarar, so tú sleppur undan at ringja runt.

Lat okkum taka eitt prát

Um tú upplýsir títt telefon nummar, so ringja vit teg upp skjótast tilber.

Avrik

Uppgávur úr rúgvuni..

Viðmæli

Viðmælir

Vit í 1Pay eru eyðmjúk um at samstarva við eitt fjølbroytt úrval av kundum, frá ágrýtnum nýggjum fyritøkum til etableraðar og stórar fyritøkur.

Alt koyrir bara...

1Pay hevur gjørt gjaldingarnar hjá okkum nógv einfaldari. Terminalurin virkar hvørja ferð, og vefhandilsloyvið er skjótt at seta upp. Ein trygg og smidlig loysn, sum vit eru sera nøgd við.
story 2
Dan Hansen
JYSK

Tænastan er í hásæti!

Vit hava verið sera nøgd við tænasturnar frá 1Pay. Terminalurin er skjótur og álítandi, og vefhandilsloyvið riggar trygt og lætt at seta upp. Ein einfald og modernað gjaldsloysn, sum vit viðmæla.
story 1
Lars Muller
Skálkur

Heildarveitari av gjaldsloysnum

1Pay hevur gjørt gjaldingarnar hjá okkum nógv einfaldari. Terminalurin virkar hvørja ferð, og vefhandilsloyvið er skjótt at seta upp. Ein trygg og smidlig loysn, sum vit eru sera nøgd við.
story 2
Svanna Clementsen
Havnar Bio
FAQ

Ofta settir spurningar

Kunnu øll fáa sær eina gjaldsloysn?

Nei, fyri at fáa eina gjaldsloysn, líkamiki um talan er um terminal ella nethandil, so krevs at tú er skrásettur hjá TAKS og hevur eitt V-tal

Vit bjóða vanliga terminalar til leigu meðan tú bíðar eftir at tín loysn er klár at nýta, men vanlig viðgerðar tíð er uml 1-2 vikur. Hetta er eisini alt eftir hvussu skjótt vit fáa tað kunning vit spyrja um.

Vit kunnu bjóða tær at leiga eina loysn meðan tú bíðar eftir at tín loysn er klár at nýta, men vanlig viðgerðar tíð er uml 1-2 vikur. Hetta er eisini alt eftir hvussu skjótt vit fáa tað kunning vit spyrja um.

Um tú longu hevur eina loysn frá øðrum veitara, men ynskir at skifta til 1Pay, so hjálpa vit tær sjálvandi við tí. Set teg ísamband við okkum gjøgnum formilarin her á síðuni, ella ring til okkum. Vit eru altíð tilreiðar at hjálpa

Tú er altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkum um tørvur er á hjálp. Vit kenna til flestu loysnir ið eru í Føroyum og klára sum oftast á hjálpa á ein ella annan hátt.

Scroll to Top