Leiga terminal til títt tiltak

Selur tú á jólamarknaði, á Ólavsøku ella til dans? Tú kanst leiga ein terminal við kassaskipan frá okkum. Vit gera alt klárt, so tú kanst hugsavna teg um kundarnar.

Til tín, sum selur eitt vikuskifti

Nógv selja bara nakrar dagar um árið. Tað kann vera á jólamarknaði, í einum pop-up handli, til dans ella í kioskini til ein dyst. Tá er lítil orsøk til at hava egnan terminal alt árið.

Tú kanst í staðin leiga ein frá okkum til vikuskiftið. Kundarnir kunnu rinda við korti, telefon ella urið, og tú sleppur undan at handfara nógvan reiðan pening.

Seljari við ullvørum á jólamarknaði í Havn tekur ímóti kortgjaldi

Kassaskipanin fylgir við

Tá tú leigar frá okkum, leigar tú ikki einans okkara terminal, men eisini okkara kassaskipan.

Tú velur vøruna á skíggjanum, kundin rindar, og sølan verður skrásett beinanvegin. Alt fer fram á somu eind, so tær tørvar ikki ein eyka kassa á borðinum.

Tá dagurin er liðugur, sært tú bæði, hvussu nógv tú hevur selt, og hvat tú hevur selt.

Kassaskipanin á handhildnu eindini í einum pop-up kaffibási

Prísur

Leigan fyri eitt vikuskifti er 600,- u/mvg. Afturat kemur eitt gjald á 2,97% av søluni við gjaldskortum.

Tú rindar einki frammanundan. Tá leigan er liðug, mótrokna vit leiguna og kortgjaldið og flyta restina á tína bankakontu.

Terminalurin hevur SIM-kort og riggar har, sum fartelefonsamband er. Allir lisensir eru íroknaðir, og tú fært ókeypis support á telefon til klokkan 21.

Tørvar tær terminalin í longri tíð? Skriva til okkum.

Sjálvboðin í kioskini í ítróttarhøllini tekur ímóti kortgjaldi í hálvleiki

Soleiðis gongur tað fyri seg

Skriva til okkum og sig okkum, hvat tú skalt nýta terminalin til og nær. Vit gera hann kláran og avtala við teg, hvussu tú fært hann.

Síðan kanst tú taka ímóti gjaldskortum alt vikuskiftið.

Aftaná letur tú terminalin aftur til okkum.

Terminalurin verður handaður kundanum, klárur at nýta

Fyri jól og nýggjár hava nógv tørv á einum terminali samstundis. Skriva til okkum 2–3 vikur frammanundan.

Bílegg í góðari tíð

Ring á 562600 millum kl. 10 og 17, so fært tú fatur á einum av okkum.

Scroll to Top