Um 1Pay

1Pay varð stovnað í januar 2025, men søgan hjá 1Pay byrjar við meira enn eitt áratíggju av royndum í føroysku gjaldsloysn vinnuni.

Hollar royndir innan vinnuna

Sum viðstovnari og partaeigari av Terminal.fo arbeiddi Mourits Clementsen í næstan 10 ár, fyrst sum søluleiðari, og síðstu fýra árini sum stjóri í fyritøkuni. Í teimum árunum var hann við til at fáa bæði Swedbank Pay og Vibrant til Føroyar. Hetta var við til at víðka um marknaðin og skapa nýggjar møguleikar innan gjaldsloysnir, har fyritøkur frammanundan ofta høvdu fáar valmøguleikar og máttu laga seg eftir tí, sum var tøkt.

Smartphone in a miniature shopping cart symbolizes mobile shopping and online transactions.

Hvat bjóðar 1Pay?

Tá 1Pay varð stovnað, var málið ikki bara at gera tað lætt, men at flyta marknaðin fram á leið. Vit arbeiða fyri at føroyskar fyritøkur fáa fleiri møguleikar og betri loysnir, heldur enn at verða bundnar av einum føstum leisti, sum ikki hóskar til føroysk viðurskifti. Vit leggja dent á at fáa nýggja tøkni og nýggjar avtalur til Føroyar, og at fáa partarnar at spæla saman í verki.

Hetta merkir, at gjaldsloysnin ikki bara sær góð út á pappírinum, men at hon riggar í gerandisdegnum - eisini tá tað hevur skund. Tá tørvur er á at skifta ella dagføra tólbúnað ella gjaldsavtalur, so hjálpa vit tær at gera tað á skipaðan og tryggan hátt, soleiðis at virksemið hjá tær verður ávirkað minst møguligt.

Woman using smartphone for online shopping with credit card in hand, festive background lighting.

Tað, sum skilur 1Pay frá øðrum

Í 1Pay hava vit bygt víðari á tað, sum vit meta, riggar, og gjørt broytingar, har vit sóu ein tørv til tað. Vit samstarva framvegis við Swedbank Pay og bjóða teirra kendu og álítandi loysnir tá talan er um innloysing, bæði til terminal og nethandil.

Vit hava fingið eitt samstarv í lag við Softpay, sum er ein av skjótast vaksandi veitarum av Softpos í Danmark. Tað gevur føroyskum fyritøkum eitt sterkt alternativ, tá telefonin skal verða ein gjaldsterminalur, og tá tú ynskir eina smidliga loysn, sum er lætt at fáa í gongd.

Harumframt bjóða vit loysnir til nethandil gjøgnum Frisbii sum okkara PSP. Tað merkir, at vit kunnu hjálpa við gjaldspartinum, so tú kanst taka ímóti gjaldi á netinum, uttan at tað verður fløkt. Vit leggja dent á, at tað er greitt og lætt at koma í gongd, og at tú hevur eina loysn, sum riggar væl í gerandisdegnum. Vit samstarva eisini við føroyskan veitara um Verifone-terminalar, og vit eru góðkend at bjóða Nets-loysnir, bæði sum innloysari og av útgerð.

Við drúgvum royndum í vinnuni hava vit eisini bygt upp eitt persónligt samband við fleiri av teimum, sum starvast hjá okkara veitarum. Hetta er eisini gott fyri okkara kundar, tá avbjóðingar eru ella okkurt skal henda skjótt. So er ofta lættari at fáa fatur í rætta persóni beinanvegin, í staðin fyri at standa sum eitt nummar í eini telefon-kø..

Smartphone in a miniature shopping cart symbolizes mobile shopping and online transactions.

Vit ynskja bestu loysnina fyri kundan

Síðan vit byrjaðu, hava vit tvífaldað støddina á felagnum hvønn ársfjórðing. Tað vísir, at bæði stórar og smáar fyritøkur velja 1Pay, tá tær vilja hava eina gjaldsloysn, sum er løtt at arbeiða við og løtt at fáa upp á pláss.

Hjá 1Pay halda vit, at hvør fyritøka, stór ella lítil, eigur at hava eina álítandi og framtíðartrygga gjaldsloysn. Við drúgvum royndum, góðum samstarvi og støðugari menning hjálpa vit tær at finna røttu loysnina, bæði nú og tá tín fyritøka veksur.

Vilt tú fáa at vita, hvat passar best til tína fyritøku, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Woman using smartphone for online shopping with credit card in hand, festive background lighting.
Royndir

tOYMIÐ

starvsfólk 1

Mourits Clementsen


Mourits Clementsen er eigari og stjóri í 1Pay.

Mourits er kendur í umhvørvinum innan terminalar og gjaldsloysnir, og hevur starvast innan økið í eini 10 ár. Eftir níggju ár í aðrari føroyskari fyritøku, innan sama øki, hevur hann stovnað egna fyritøku. Hann hevur drúgvar royndir innan gjaldsloysnir og hevur millum annað verið við til at fáa bæði SwedbankPay og Vibrant til Føroyar. 

Í fleiri ár hevur hann starvast við at menna og innføra nýggjar gjaldsloysnir, sum gera tað lættari hjá føroyskum fyritøkum at taka ímóti gjøldum – skjótt, trygt og uttan trupulleikar, og hetta kemur eisini at síggjast aftur í nýggju fyritøkuni 1Pay.

starvsfólk 2

Ragnar E. Reinert


Ragnar Reinert er sølumaður hjá 1Pay.

Hann hevur starvast við gjaldsloysnum í yvir tvey ár, og kemur við drúgvum royndum innan sølu og kundatænastu. Ragnar arbeiðir við at hjálpa fyritøkum at finna røttu gjaldsloysnina, sum passar til teirra tørv. Hann leggur dent á at gera tilgongdina lætta og skiliga, so tú kennir teg tryggan í valinum og veitst hvat næsta stig er.

Ragnar er eisini tann sum tú ofta hittir, tá avbjóðingar stinga seg upp. Tá er hann ofta fyrsti maður sum kemur framvið til ein kaffimunn og hjálpir við at fáa tingini upp á pláss aftur. Hann fylgir við allan vegin og syrgir fyri at tú fært ta ráðgeving og hjálp tú hevur brúk fyri.

fridi magnussen 1pay

Fríði Magnussen


Fríði Magnussen arbeiðir við sølu og ráðgeving hjá 1Pay.

Fríði hevur royndir úr bæði KT og fjarskifti, og hann hevur eisini verið handilsleiðari. Hann veit tí av egnum royndum, hvussu ein dagur í handlinum gongur, og hvussu umráðandi tað er, at gjaldið gongur skjótt og trygt. Tað er eisini týdningarmikið, tá nógv er at gera.

Fríði hjálpir fyritøkum at finna gjaldsloysnina, sum hóskar til teirra gerandisdag. Hann dugir væl við tað tekniska, men tosar altíð vanligt mál, so tú kennir teg tryggan í valinum. Hann leggur dent á, at tað skal vera lætt at koma í gongd, og at tú altíð veitst, hvønn tú kanst venda tær til.

Royndir

Okkara royndir

Fingu SwedbankPay til Føroyar

Sept. 2015

Fingu Vibrant til Føroyar

Nov. 2016

Annað dømi

Dømi

Jan. 2020

10 ár innan Gjaldsloysnir

Jul. 2010

Tørvar tær hjálp?

Fá eina trygga og dagførda gjaldsloysn
– vit ráðgeva ókeypis!

Scroll to Top