Innloysing við Swedbank Pay

Vit hjálpa tær at fáa eina innloysingaravtalu.

Frá korti til konto

Innloysing er tann parturin av einari gjalding, sum syrgir fyri at tú fært peningin fluttan av kortinum hjá kundanum og inn á tína kontu. Tá kundin rindar við korti, í handli ella á netinum, verður gjaldið skrásett í einari terminal loysn, í 1Pay gjaldsapp ella í gjaldskipanini í nethandlinum.

Men fyri at pengarnir veruliga kunna flytast og verða útgoldnir til tína fyritøku, krevst ein innloysaraavtala. Innloysarin er parturin sum samskiftir við kortskipanirnar, til dømis Visa og Mastercard, og tryggjar at gjaldið verður viðgjørt rætt og endar á røttum stað.

Hjá 1Pay hjálpa vit tær at fáa røttu innloysaraavtaluna upp á pláss og knýta hana at tíni gjaldsloysn, so alt er rætt skrásett frá byrjan og tú sleppur undan óneyðugum tvístøðum, bæði tá tú byrjar og tá tú skalt dagføra.

Smartphone in a miniature shopping cart symbolizes mobile shopping and online transactions.

Swedbank Pay​

Swedbank Pay er ein av teimum størstu og mest royndu innloysarunum í norðurlondum. Tey hava verið í gjaldsvinnuni í nógv ár, og í Svøríki standa tey fyri meira enn helvtini av øllum korttransaktiónum. Tað gevur eina trygga kenslu, tí loysnin er roynd í stórum skala og bygd upp til at rigga stabilt.

Í Føroyum hevur Swedbank Pay virkað í 10 ár. Tað merkir at innloysingin er roynd í føroyska gerandisdegnunum eisini, og vit kenna mannagongdirnar væl. Tá tú velur innloysing gjøgnum okkum, tryggja vit at avtala og uppseting hanga saman við tíni gjaldsloysn, so alt er skrásett rætt og riggar bæði til terminal og nethandil.

Woman using smartphone for online shopping with credit card in hand, festive background lighting.

PSP og Frisbii

Ein PSP er ein gjaldsveitari til nethandil. Tú kanst hugsa um PSP sum sambandið millum nethandilin og innloysingina. Tá kundin rindar á heimasíðuni, er tað PSP skipanin sum tekur ímóti gjaldinum í checkout, sendir gjaldið víðari og syrgir fyri at gjaldgongdin riggar, frá kundin trýstir gjalda, til gjaldið er góðkent.

Tí er ofta tørvur á báðum. Innloysarin er parturin sum flytur pengarnar frá kortinum og syrgir fyri útgjaldi til tína fyritøku. PSP er parturin sum ger at tú kanst taka ímóti gjaldi á netinum á ein tryggan og skipaðan hátt. Uttan PSP hevur nethandilin ongan gjaldpart, og uttan innloysing kann gjaldið ikki verða útgoldið til tína kontu. Hetta eru tveir ymiskir partar av somu gjaldgongd, sum mugu spæla saman, fyri at alt riggar.

Vit hava valt Frisbii sum okkara PSP, tí tað er ein smidlig og væl skipað loysn til nethandil. Frisbii ger tað lætt at koma í gongd og gevur tær møguleikar sum rigga í verki, bæði um tú vilt hava kortgjaldi í checkout, og um tú stundum hevur brúk fyri at senda eina gjaldsleinkju. Við Frisbii fært tú ein PSP part sum riggar stabilt, og sum kann vaksa saman við tíni fyritøku.

Minimalist flat lay of a smartphone with 'PAY' screen and payment card on a green background, emphasizing online shopping.

Stovna tína innloysing her

Kom skjótt í gongd

Scroll to Top